Landsbókasavnið
Sambært lógini er Landsbókasavnið tjóðbókasavn, universitetsbókasavn og høvuðsbókasavn.
Endamál savnsins er:
- at savna allar føroyskar bókmentir og so mikið sum gjørligt av bókmentum um Føroyar
- at taka ímóti skylduavhendingini av útgivnum føroyskum verkum
- at skráseta, varðveita og fremja útbreiðslu av kunnleika um hetta og annað tilfar
- at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni
- at hava handritadeild
- at vera føroysk ISBN/ISSN skrivstova í sambandi við altjóða skráseting av bókum
- at menna og veita universitetsbókasavnstænastur. ið stuðla undir gransking og undirvísing á hægri útbúgvingarstovnum.
- at veita vísindabókasavnstænastu
- at samskipa keyp av bókasavnstilfari og tænastumenning á fólkabókasøvnunum
Sambært bókasavnslógini er lógfest skylda at lata Føroya Landsbókasavni 4 ókeypis eintøk av teimum verkum, ið verða givin út í Føroyum. Avhendingarskyldan áliggur tí, sum framleiðir liðug eintøk til útgávu. Tá ið tað snýr seg um útgávu, har eintøkini av verkunum eru framleidd uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu. Sí eisini Kunngerð nr. 4 frá 20. januar 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins.
Diskurin er mannaður frá klokkan 10 til bókasavnið lukkar.
Similar places
H.N. Jacobsens Bókahandil
Søgan um H.N. Jacobsen H.N. Jacobsens Bókahandil hevur navn eftir ...
SMS
Um SMS SMS er Føroya størsta og besta handilsstað, og í SMS kanst ...
Rit & Rák
Bókahandil í Tórshavn Rit & Rák er bókahandilin í SMS handilsh...
Nólsoyar bókasavn
Bókasavnið heldur til í Nólsoyar skúla. Tað er opið fyri almenning...
Býarbókasavnið
Almenna bókasavnið í Tórshavn er ein livandi mentanarligur miðdepi...