
Menning
Visit Tórshavn:
Mennir ferðavinnu og skapar góðar upplivingar fyri borgaran
Vit stremba alla tíð eftir at menna burðardygga ferðavinnu í kommununi, og eru vit í tøttum samstarvi við almennar og privatar áhugapartar. Til dømis hava vit tikið lut í afturvendandi tiltakinum Closed for Maintenance; vit hava skipað fyri ymiskum netverkstiltøkum; tikið stig til orðaskiftisfundir millum lokalar borgarar; tikið lut í ferðavinnuverkætlanum, bæði føroyskum og altjóða; vit hava framleitt bóklingar og skelting; og vit arbeiða áhaldandi mótvegis eini ferðavinnu, har ið borgarar og ferðafólk sýna virðing sínámillum.
Vit arbeiða fram ímóti regenerativari og burðardyggari ferðavinnumenning
Okkara mál er, at ferðavinna skal gerast endurnýggjandi. Hetta merkir, at ferðavinna á einhvønn hátt leggur virði aftrat lívinum hjá teimum, sum búgva her. Vit byggja altíð okkara arbeiði uppá tær tríggjar burðardygdarsúlurnar, ið merkir, at vit altíð royna at taka umhvørvislig, fíggjarlig og samfelagslig atlit.
Les meira um summi av okkara altjóða menningarátøkum í kassanum niðanfyri.

Samstarv og menning av upplivingum
Visit Tórshavn og Hugskotið (kommunala Íverksetarahúsið) hava í fleiri ár samstarvað um eitt árligt íbirtingartiltak, ið kallast “Nýskapan í Ferðavinnuni”
Endamálið við tiltakinum er at hjálpa fólki og fyritøkum, sum annaðhvørt hava hug at skapa eina ferðavinnuvøru ella ynskja at skunda undir menningina av teirra vøru. Dagsskráin er samansett av sergjørdum verkstovum og vegleiðing innanfyri týdningarmikil øki fyri luttakararnar. Higartil, í 2024, hava í alt 39 verkætlanir luttikið í tiltakinum, og flestu teirra standa framvegis stinnar.
Visit Tórshavn samstarvar við lokalar fyritøkur og felagsskapir fyri at skapa og menna upplivingar, frá søguligum túrum við ferðaleiðara til gastronomiskar upplivingar hjá veitarum, ið sýna fram føroyskar matsiðir.
Closed For Maintenance
Ein máti at arbeiða burðardygt og endurnýggjandi við ferðavinnu er ígjøgnum árliga átakið “Closed for Maintenance”, sum vit hava luttikið í sum lokalur samstarvsfelagi hvørt ár, síðani tað byrjaði. Í hesum átaki samstarva vit tætt við lokalar eigarar bæði við at bøta og endurbyggja bygdagøtur og onnur øki, sum hava tørv á okkara hjálp. Vit arbeiða við hjálp frá bæði altjóða og lokalum sjálvboðnum ferðafólki.
Um tú vilt vera við í átakinum “Closed for Maintenance”, kanst tú søkja gjøgnum Visit Faroe Islands – gev gætur, at vit altíð fáa nógv fleiri umsóknir enn vit hava tøk pláss til, so vit kunnu ikki tryggja tær eitt pláss – men vit eggja tær til at søkja, inntil tað eydnast. Vit gleða okkum til at hava teg á okkara liði!


NorReg – Nordic Regenerative Tourism
NorReg er ein norðurlendsk verkætlan, sum útvegar atkomulig amboð til smáar og miðalstórar ferðavinnufyritøkur í Norðurlondum.
Visit Tórshavn hevur verið við í verkætlanini síðan í september 2023.
Les meira um NorReg her.
Vinnuferðavinna
Umframt frítíðarferðavinnu, er fundarvinna eisini millum okkara aðalmál.
Vit hava drúgt MICE-samstarv (MICE er stytting fyri ‘meetings’, ‘incentives’, ‘conferences’ og ‘exhibitions’) við Visit Faroe Islands og Tórshavnar kommunu.
Les meira her.

Les meira her:
Set teg í samband við okkum
Fyri nærri kunning, set teg í samband við verkætlanarleiðara Anniku Lisberg ella ring til okkara á +298 302425.

Annika Lisberg
Menningarfólk