
Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum. Á Glasi ber til at taka yvir 30 ymsar útbúgvingar. Størsta talið av lesandi ganga á miðnámi og á yrkisnámi. Harafturat bjóðar Glasir eina røð av hægri- og víðari útbúgvingum.
Glasir er ein skúli, sum er vorðin til eftir at Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn vórðu lagdir saman í 2015 og í 2018 var flutt í nýggja bygningin í Marknagili. Sostatt eru allir næmingar á Glasi nú savnaðir í Marknagili. Gamli handilsskúlabygningurin, sum liggur omanfyri nýggja bygningin, hýsir nakað av undirvísingini og virkseminum á Glasi, og Skúlaheimið verður stundum nýtt til undirvísing og tiltøk, tá brúk er fyri tí.
Líknandi støð

Borðan
Tveir vitar eru á sunnara endanum av Nólsoy. Minni vitin, sum er s...

Kongaminnið
Kongaminnið Minnisvarði Kongaminnið minnisvarðin er ein basaltsobe...

Ovasavnið
Ovasavnið í Nólsoy verður alment latið upp á várið 2025. Savnið er...

Kirkjubømúrurin
Kirkjubømúrurin er størsti miðaldarbygningurin í Føroyum. Søga Bis...

Stongin
Norðari oddi á Nólsoynni kallast Stongin. Navnið sipar til stongin...

Svartifossur
Fossur í ánni “Hoydalsá” Svartifossur er ein sera vaku...

Kongavarðar
Vakurt útstýnisstað á Argjum Gang niðan á Kongavarða og njót vakra...

Undir Bryggjubakka
Undir Bryggjubakka er kent fyri sínar hugnaligu røðir av litríku h...