Vøggan bleiv sett á stovn í novembur mánaða í 2000. Tað vóru Rógvi og Annie Nielsen úr Oyndarfirði, ið stovnaðu felagið og lótu handilin upp í Runavík í novembur 2000. Í 2004 fluttu tey handilin til Havnar í eitt lítið høli mitt í býnum, síðan bleiv handilin fluttur niðan á Heykavegin á Hálsi, har sum Thomas Dam á Hálsi heldur til í dag, tó í einum brøkparti av hølinum, sum tað sær út í dag.
Í septembur í 2007 keypti Tóra Johansen felagið, og hevur síðan tá átt og rikið fyritøkuna Sp/f Vøggan. Eftir at handilin hevði verið uppi á Hálsi í nøkur ár, flutti Vøggan oman aftur í býin 29. novembur 2014, hesaferð í Niels Finsensgøtu 18. í mars 2019 bleiv víðkað um handilin við einari hædd afturat, og í 2020 flutti handilin niðan aftur á Heykavegin, og tað er har Vøggan heldur til enn í dag.
Leingi varð arbeitt við nethandlinum, og tað verður enn arbeitt við honum. Nógvar eru dagføringarnar, sum skulu fylgjast upp uppá. Tó gjørdist nethandilin klárur í tøkum tíma, tá korona byrjaði at herja á í Føroyum í 2020, og tað ikki bar til at fáa kundar á gátt í fysiska handlinum.
Heykavegur 4
100 Tórshavn
+298 319088
info@voggan.fo
Upplatingartíðir
Mánadagur – Hósdagur 10:00 – 17:30
Fríggjadagur 10:00 – 18:00
Leygardagur 10:00 – 16:00
Líknandi støð
C.A.J. í Kollafirði
Handil síðan 1928 Hesin handilin varð stovnaður í 1928 og er ein a...
Snældan
Snældan er ein siðbundin ullaframleiðari og bundnavøruframleiðari,...
Føroya Heimavirkisfelag
Heimagjørdir Bundnir og Hondgjørdir Lutir Hesin lítli handilin bjó...
Valkyrja Tattoo Studio
Ein hugnalig lítil tatoveringsbúð í hjartanum av Tórshavn Vælkomin...
KÁTA HORNIÐ 11
Ein nýggjur kreativur handil fullur av bundnum klæðum, keramikki o...
Tógvhúsið
Okkara hugnaligi handil í Tórshavn Vit hava eitt breitt úrval av t...
KRIA STUDIO
Smúkku- og leirverkstaður í miðbýnum í Tórshavn Kom einsamallur el...
Myndlist
Gallarí og listavøruhandil Síggj og keyp listaverk frá bæði kendum...