Hjá Colorama á Hálsi miðja vit eftir at savna alt, til at fríðka heimið á einum stað. Vit hava tí eitt stórt úrval av máling, gardinum og prýðislutum til heimið.
Máling
Vit hava máling til heimið, bæði til innandura og uttandura, og hava í nógv ár umboða merkini Jotun og Beckers. Tískil hava vit nógvar persónligar royndir og holla vitan um vøruna vit selja. Vit vilja fegin veita tær køna vegleiðing, bæði innan litir og arbeiðshættir.
Gardinur
Vit hava gardinloysnir til ein hvønn tørv, og hjá okkum fært tú helst størsta úrvalið av gardinloysnum í Føroyum. Vit umboða nógvar ymsikar veitarar, so sum Faber, Botex Highline og Gartex, soleiðs at tú fært eitt breitt og fjølbroytt úrval av litum og tilhoyrið at velja millum og tú kanst tí finna einar gardinur, sum passa til júst tín tørv.
Eisini veita vit Gardinbussin sum tænastu. Tá tú bíleggur gardinbussin koma vit at taka mát av tínum vindeygum og veita tær persónliga og køna hjálp til at finna tær røttu gardinurnar til tín. Alt púra ókeypis. Bílegg bussin her.
Prýðislutir
Vit hava eisini eitt breitt úrval av prýðislutum, brúkslutum og innbúgv til heimið. Vit umboða fleiri ymisk vørumerkir, soleiðis at tú altíð finnur okkurt tær dámar. Vit gera eisini broytingar í handlinum og í okkara vøruúrvalið javnan, soleiðis at tú kanst fáa íblástur til, hvussu vørurnar kunnu verða nýttar.
Vit vilja gera okkara, fyri at hjálpa tær at finna ymiskt lekkurt til títt heim.
Staravegur 5
100 Tórshavn
Mánadag – Hósdag: 08.00 – 17.30
Fríggjadag: 08.00 – 18.00
Leygardag: 10.00 – 16.00
Líknandi støð
Elding Elrisin
Vit brenna fyri at geva eina enn betri handilsuppliving og at menn...
Borg XL Byg
Vælkomin til XL-BYG í Tórshavn. Hjá XL-BYG BORG Tórshavn finnur tú...
Eikin
Innbúgv og annað í Eikini Eikin hevur altíð gott og spennandi úrva...
Kvik Køkar
Vit bjóða danskt snið í høgari góðsku fyri prísir, ið tú hevur ráð...
Tórshavnar Málingahandil
Málingahandil
SMS
Um SMS SMS er Føroya størsta og besta handilsstað, og í SMS kanst ...
Valdemar Lützen
Amboðshandil Valdemar Lützen P/F fæst serliga við amboðum, maskinu...
Maria Poulsen Búnýti
Um okkum Hjá Mariu Poulsen Búnýti finnur tú alt til eitt nýmótans ...