Lýsing
Túrur 6 út i Hest – Niðan á Snið og norður á Møl
Túrurin tekur uml. 3,5 – 4 tímar við ferðaleiðara. Túrurin er rímiliga lættur at ganga, men onkustaðni er eitt sindur bratt. Vit vilja ikki viðmæla túrin til smá børn og illa gongd.
Skrá:
Kl. 8.35 – farið verður av Gomlurætt við Erlu Kongsdóttir
Kl. 9.00 – gongutúrurin Niðan á Snið og norður á Møl byrjar
Kl. 13.00 (uml.) – gongutúrin er liðugur
Kl. 13.00 – rundvísing í kirkjuni
Kl. 13.30 – Martin Joensen framførir í svimjihylinum
Kl. 14.15 – Elin B. Heinesen framførir
Kl. 14.50 – farið verður við Erlu Kongsdóttir (øll sum hava verið við gongutúrin mugu heim við hesum túrinum. Velur man at steðga til kl. 19.05 er neyðugt at keypa ferðaseðil til tann túrin afturat.)
Bert kontant søla: Afturat hesum verður søla av smyrjibreyði, einum rætti við føroyskum lambakjøti, vaflir og kaka, kaffe, the og saft.
Somuleiðis verður krabba- og skattaveiða fyri børnini og eisini ber til at spæla fótbólt og krita í bygdini.




