Oyggjadagur í Hesti- Vitjan í bygdini

Úr: kr. 250,00

Prísir:

  • Vaksin: 250kr
  • Børn 3-12 ár: 150kr
  • Børn 0-2 ár: Ókeypis

——

Hald teg neyvt til skránna fyri túrin, ið sæst longri niðri á síðuni.

GG! Tað ber ikki til at fáa endurgjald fyri bílegging, uttan so at túrurin verður avlýstur.

Í bygdini vera ymisk spøl, rundvísingar og tónleikaframførslur við Martin Joensen og Elin B. Heinesen.

Íroknað kostnaðinum er flutningur millum oyggjarnar.

Ymiskt undirhald verður í bygdini: rundvísing í kirkjuni, tónleikaframførslur og spøl.

Bólkur:

Lýsing

Túrur 7 út í Hest– Vitjan í bygdini

Skrá:

Kl. 12.30 – farið verður av Gomlurætt við Silju Star

Kl. 13.00 – Rundvísing í kirkjuni

Kl. 13.30 – Martin Joensen framførir í svimjihylinum

Kl. 14.15 –  Elin B. Heinesen framførir

Kl. 15.00 – Martin Joensen framførir í svimjihylinum

Kl. 16.00 – farið verður við Silju Star (øll sum eru komin til oynna við Silju Star mugu heim aftur við hesum túrinum. Ikki er gjørligt at fara við Erlu Kongsdóttir kl. 14.50, tí hesi plássini eru bíløgd til tey sum fara gongutúrarnar. Tó ber til at fara við ferguni kl. 19.05, men tá er neyðugt at keypa ferðaseðil til tann túrin afturat.)

 

Bert kontant søla: Afturat hesum verður søla av smyrjibreyði, einum rætti við føroyskum lambakjøti, vaflir og kaka, kaffe, the og saft.

Somuleiðis verður krabba- og skattaveiða fyri børnini og eisini ber til at spæla fótbólt og krita í bygdini.