Lýsing
Túrur 7 út í Hest– Vitjan í bygdini
Skrá:
Kl. 12.30 – farið verður av Gomlurætt við Silju Star
Kl. 13.00 – Rundvísing í kirkjuni
Kl. 13.30 – Martin Joensen framførir í svimjihylinum
Kl. 14.15 – Elin B. Heinesen framførir
Kl. 15.00 – Martin Joensen framførir í svimjihylinum
Kl. 16.00 – farið verður við Silju Star (øll sum eru komin til oynna við Silju Star mugu heim aftur við hesum túrinum. Ikki er gjørligt at fara við Erlu Kongsdóttir kl. 14.50, tí hesi plássini eru bíløgd til tey sum fara gongutúrarnar. Tó ber til at fara við ferguni kl. 19.05, men tá er neyðugt at keypa ferðaseðil til tann túrin afturat.)
Bert kontant søla: Afturat hesum verður søla av smyrjibreyði, einum rætti við føroyskum lambakjøti, vaflir og kaka, kaffe, the og saft.
Somuleiðis verður krabba- og skattaveiða fyri børnini og eisini ber til at spæla fótbólt og krita í bygdini.




