Lýsing
Túrur 2 til Kolturs
Móttøka á brúnni í Koltri, har skipað verður fyri gongutúri gjøgnum bygdarlagið við frásøgu um oynna, búsetingina og fólkalívið í bóndasamfelagstíðini upp til okkara dagar.
Eftir gongutúrin hava fólk eina løtu at vitja innar í savnshúsini Uppi í Búð, Heimið í Húsi ella njóta vøkru náttúruna áðrenn fráferðina aftur á Gomlurætt.
Skrá:
10.00 Av Gomlurætt út í Koltur við Silju Star
10.30 Gongutúrur gjøgnum bygdarlagið
13.30 Úr Koltri til Gomlurætt við Silju Star
Kostnaður
295 kr fyri hvønn




