Lýsing
*Túrurin er útseldur, men man kann skriva seg á bíðilista við at seta seg í samband við Visit Tórshavn*
Kom við til eina spennandi og læruríka høsnaverkstovu fríggjadagin 8.mai.
Lær um høsnarhald, hvørjir ágóðar eru av tí og hvussu tað kann gangnýtast.
Eisini verða brellbitar at fáa.
Verkstovan varðar 1-1,5 tíma.
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at “keypa” atgongumerki.


