Lýsing
Skráin hendan dagin:
GG! Tað er umráðandi at tit møta upp, har ið tit hava teknað tykkum.
Tað ber ikki til at fáa endurgjald fyri bílegging.
Túrur 1 (Barnatúrur):
10:00: Westward Ho siglir av Høgukai út til Nólsoyar
11:00: Barnatúrur til Korndalur, har prinsessutoftirnar eru. Eisini verður gingið til Uppi í Skipi. Ein sjórænari fer at siga frá! Túrurin tekur uml. 2 – 3 tímar við ferðaleiðara. Túrurin er lættur at ganga og er ein barnavinarligur túrur
13:30: Rundvísing á Ovasavninum. Lokalir tónleikarar spæla harmonikutónleik á Ovasavninum. Vinuvaflur (uppskrift hjá Olevinu, mammu Ova😊) og kaffi verður til sølu á Ovasavninum.
15:00: Westward Ho siglir inn til Havnar
Kostnaður:
Vaksin 275 kr
Børn 3-12 ár 175 kr
Børn 0-2 ár 0 kr (tó mugu tey hava atgongumerki)