Camping Nólsoy

Úr: kr. 100,00

Gev gætur: Vegna stóran eftirspurning undir Ovastevnu er prísurin fyri 14. august hækkaður. Bókar tú pláss hendan dagin, verður goldið fyri alla stevnuna og tú hevur plássið alt vikuskiftið. Bókingar fyri 15.–17. august eru stongdar, og útriting er 17. august.

NB: Minst til at tryggja tær pláss til húsvognin umborð á ferjuni her.

Bólkur: Tag:

Lýsing

Fótbóltsvøllurin í Nólsoy verður eisini brúktur til kampingpláss, har er pláss fyri upp til 10 vognar.

Tað kostar 100 kr fyri vognin at gista eina nátt.

Streymur fæst við at seta kápul í skápinum á síðuni av SEV húsinum, ið stendur beint við vøllin. GG: Bert tveir vognar kunnu verða settir til ísenn.

Teltplássið er beint omanfyri sandin, á Malarenda. Har er ókeypis at gista.

Vesimøguleikar eru beint við vøllin, har er eisini ein brúsa. Eisini ber til at fara inn í bíðirúmið við ferjuleguna at nýta vesið.