Huldulitt: Søgur úr kirkjugarðinum

kr. 50,00

Kom á eina áhugaverda ferð aftur í tíð, tá Óli Jacobsen fer at greiða frá lívinum hjá fólkunum, ið eru grivin har. Tað verða bæði søgur frá kendum og minni kendum føroyingum.

Hoyr eitt nú søguna um Daniel Jaob Danielsen, kallaður Dollin, sum vist er einasti føroyingur sum sigast kann um, at hann eigur part í heimssøguni, tá hann við myndum og forteljingum úr Congo fekk gongd á eina mannarættindarørslum, sum endaði við at kong Leopold 2. við sínum terrorstýri mátti leggja frá sær.

Forteljingarnar byggja uppá tað megnar arbeiðið Óli Jacobsen hevur gjørt, við at finna søgurnar fram um fólkini, ið eru grivin í gamla kirkjugarðinum. Úrslitið av hesum arbeiði er eisini at lesa í bókini, Hendur, ið sleptu.

Tað verða tveir túrar meðan Huldulitt er.

Vel í millum 2. ella 5. februar kl. 15.00.

Kostnaðurin er 50 kr og túrurin tekur á leið ein tíma.

Vørunummar: N/A Bólkar: ,

Lýsing

Les um fólkini á kirkjugarðinum

Til ber eisini at skanna QR-koturnar, sum standa við fleiri av grøvunum í kirkjugarðinum og lesa meira um hesi áhugaverdu fólk. Eitt yvirlit yvir gravirnar, sum hava QR-kotur, er at finna við inngongdina til kirkjugarðin.

Meiri kunning

Kirkjugarðstúrar

Mánadagur 2. februar kl. 15:00, Hósdagur 5. februar kl. 15:00