Sagnir og Ævintýr v/‘hettarher’ & Jákup Veyhe

Sagnir & Ævintýr við ”hettarher” & Jákupi Veyhe

“Vit leiða børnini og barnsligar sálir inn í ein hugsveimandi ævintýraheim, har tað følist, sum tey eru mitt í einum filmi,” sigur Jákup Veyhe, sum saman við tónleikabólkinum ”hettarher” fer at endurgeva søgur frá forfedrum okkara í nýggjum hami.

Áskoðararnir lata oyruni upp og nýta hugflogið til at ferðast 100 ár aftur í tíðina – inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.

Fra árinum 1898 ferðaðist kendi vísindamaðurin, Dr. Jakobsen kring oyggjarnar og skrivaði niður sagnir og ævintýr, sum heimildarfólk søgdu honum.

Við nýtslu av hesum tilfari, lýsa Jákup Veyhe og ‘hettarher’ tilveruna hjá føroyingum fyrr í tíðini og seta hana í samanhang við okkara nútíðarsamfelag. Við at nýta ljós, ljóð og rúm, skapa teir eina sansaliga uppliving, har tú, sum áskoðari, kennir teg at vera mitt í einum ævintýri.

Nær: 7. feb. kl. 16.00 og 8. feb. kl. 15.00

Hvar: Perlan

Longd: uml. ein tími

Aldursmark: onki, men framførslan fer fram inni í einum myrkum rúmi og summar sagnir kunnu vera nakað óhugnaligar

Atgongumerki: Vaksin 175 kr, Børn 85 kr

Lýsing

Sagnir & Ævintýr við ‘hettarher‘ & Jákupi Veyhe

Meiri kunning

Aldursbólkur

Undir 15 ár: Barn, 15 ár+: Vaksin

Dato

7. feb. kl. 16:00, 8. feb. kl. 15:00