Lýsing
Huldulitt Silent Disco verður í Viðarlundini leygarkvøldið 31. januar k. 22.00-00.00.
Tiltakið verður beint við inngongdina við Naina.
Lat teg í oyratelefonir, vel millum tríggjar statiónir, og lat teg draga inn í eina gandakenda náttúruuppliving, har tú dansar millum trøini, skuggar og yvirnatúrligar verur.
Her vit bjóða ljósari tíðum vælkomnar, meðan tónleikurin livir í tínum oyrum – uttan at órógva náttúruna, nábúgvar, fuglar, huldufólk ella onnur sum liva í myrkrinum.
Huldulitt Silent Disco snýr seg um at flyta dansigólvið úr býnum og út í náttúruna. Hetta er ein heilt serstøk løta, og ongantíð áður hevur eitt slíkt tiltak verið skipað í Viðarlundini.
Til ber at fáa sær okkurt leskandi í gartnarahúsinum.
Kostnaður: 90 kr.




