Lýsing
Kamping í Nólsoy
Kampingøkið í Nólsoy er á gamla fótboltsvøllinum á Mýrini.
Pláss er fyri 8 vognum.
Prísur: 100 kr náttina fyri vognin.
Streymtalva við 4 stikkum er tøk á økinum. Vit viðmæla at hava ein langan forleingjara við.
Alment vesi og brúsa er við økið.
Tíverri ber ikki til at tøma vesitanga á kampingøkinum.
Ókeypis tjaldbøur er omanfyri Malarenda.
Opið frá 1. Apríl – 1. Oktober.
Nærri kunning fæst hjá Visit Nólsoy.

