Lýsing
Túrur 9: Túrur niðan á Flaggstongina í Nólsoy
12:30: Við Teistanum til Nólsoyar
13:15 – Gongutúrurin niðan á flaggstongina av Ovasavninum. Á leiðini greiðir ferðaleiðarin frá teimum áhugaverdu søgunum um staðið.
Túrurin er lættur at ganga og tekur uml. 1 1/2 tíma
15:00: Frásøgn á Ovasavninum.
16:50 ella 19:25: Teistin siglir inn til Havnar. Tað er ókeypis at sigla úr Nólsoy til Havnar. Tað er ósannlíkt at túrarnir verða útseldir, men um tit vilja tryggja tykkum pláss, kunnu tit gera tað her
Eisini hendir ymiskt annað gott í bygdini:
13:30 – Spælimenninir spæla á Ovasavninum
14:00 – frásøgn á Ovasavninum (atgongumerki krevst)
14:00 – vitja froskaabban og -ommuna (ókeypis)
14:15 – Beinta Ingeborg Greve syngur í Nólsoyar kirkju (ókeypis)
15:45 – Beinta Ingeborg Greve syngur í Nólsoyar kirkju (ókeypis)
16:00 – Spælimenninir spæla á Ovasavninum
16:00 – vitja froskaabban og -ommuna (ókeypis)
Allan dagin:
– Skattaveiða við Ova-bingo úr Ovasavninum (ókeypis)
– Krabbaveiða (ókeypis)
– Vitja Ednulundina
Opið 12:00 til 18:00:
– Heimavirkið
– Húsini við Brunn
– Nólsoyar kirkja
– Ovasavnið
Kaféin á Ovasavninum verður opin frá kl. 13. Kaffi, vafflur og suppa verða til keyps.