Lýsing
*Túrurin er útseldur, men man kann skriva seg á bíðilista við at seta seg í samband við Visit Tórshavn*
Kom við at vitja urtagarðin hjá Maud í Nólsoy mikudagin 6.mai kl. 16:20 – 18:25.
Vit byrja við einum stuttum matmentanartúri eystanfyri í bygdini, síðan fara vit ein urtagarðstúr.
Vit tosa um, hvussu ein skipar sín urtagarð, kassar ella krukkur og eitt sindur um kompost.
Til ber at sáa fræ at fáa við heim, og sjálvandi eru nakrir brellbitar við smakkinum av Nólsoy.
Teistin fer úr Havn kl. 16.20 og Maud tekur ímóti á kaiini. Siglt verður aftur til Havnar kl. 18.25 (GG. Ferðaseðil er ikki íroknaður tiltakið).


