Lýsing
Far við bóndanum í Norðradali á einum gongutúri, har greitt verður frá ymsum søgum og sagnum úr vøkru bygdini. Túrurin heldur fram til ymisk áhugaverd støð á fjallinum og í bygdini. Kaffi, rabarbudjús og heimabakstur er við í prísinum. Túrurin endar heima hjá bóndanum.
GG: Hesin túrurin krevur minst tveir luttakarar við einum kostnaði á 1.000 kr. tilsamans. Eyka luttakarar kosta 500 kr., meðan børn gjalda 250 kr. Mesta talið av luttakarum er 20.